Eg skal bara líka…
Eg fari út í køkin eftir einum glasi av vatni.
Síggi, at uppvaskimaskinan er liðug → fari at tøma hana.
Finni ein kopp, sum skal inn í stovuna → fari inn við honum.
Síggi telefonina → komi í tankar um, at eg skuldi svara einum telduposti.
Opni telefonina → síggi eina notifikatión → endi á Facebook.
20 minuttir seinni siti eg við telefonini og hugsi:
-Hvat var tað nú, eg fór út í køkin eftir?
Glasið stendur enn í skápinum – uttan nakað vatn í.
Heilsan
ein og hvør kvinna við ADHD
ADHDtilvit 2026 – Kvinnur og ADHD


