-Hon hevur góða útbúgving, arbeiði og møguliga familju. Hon tekur ábyrgd og fær gerandisdagin at hanga saman.
Men hvussu hevur hon tað, meðan hon klárar seg?
Í ár snýr ADHDtilvit seg um kvinnur og ADHD – tað, tú ikki sært.
Vit fara at tosa um, hví gentur verða sæddar seinni enn dreingir, um masking og mistrivnað, um langar bíðitíðir og um heilsujavnstøðu. Og vit fara at tosa um nakað, sum alt ov leingi hevur fingið ov lítla rúmd í ADHD-kjakinum: kvinnukroppin og hormonir.
Kvøldið bjóðar uppá serfrøðingaprát við Katrin Kallsberg & Tormóði Stórá og sofaprát við Duritu Fagradal Augustinussen, Saranju Hammer & Maluna Mohr, ið eru kvinnur við ADHD í ymsum lívsskeiðum umframt einum spennandi loyniligum gesti.
Sum siðvenja er, handa vit eisini ADHDviðurkenningina 2026 til eina eldsál, ið hevur gjørt nakað serligt fyri ADHD/ADD.
Hetta verður ikki eitt kvøld um alt tað, kvinnur við ADHD ikki megna.
Tvørturímóti. Vit vilja vita, hvat hevur hjálpt teimum, hvat tær hava lært – og hvat skal til, fyri at tær ikki bara skulu klára seg, men eisini hava tað gott.
AT MEGNA – OG HAVA TAÐ GOTT Hvussu kunnu kvinnur við ADHD fáa bæði?
Tiltakið verður í Perluni í Tórsgøtu 22. oktober 2026 kl. 19.00–21.15
Øll eru hjartaliga vælkomin – kvinnur og menn.
Tiltakið er ókeypis fyri øll og verður stroymt. Sofaprátið verður tó einans stroymt til limir
-tú nært enn at melda teg sum lim á adhd.fo
Leinkja til stroymingina av sofaprátinum verður send til limirnar umvegis upplýsta teldupost – ynskir tú leinkjuna á annan teldupost, vinarliga send okkum ein teldupost á adhd@adhd.fo seinasta lagi kl. 17 hóskvøldið 22.oktober.
Hevur tú ikki fingið leinkjuna kl. 17 hóskvøldið, vinarliga sig frá, so senda vit nýggja leinkju.
See less


