Ársins ADHD viðurkenning 2021
ADHD-felagið hevur á limafundi tann 23.oktober 2021 valt at lata Tórmóði Stórá ársins ADHD viðurkenning 2021. Í arbeiði sínum sum leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum hevur Tórmóður gingið á odda fyri at skapa ADHD-tilvit og at menna ADHD klinikkina. Tórmóður er eldhugaður í arbeiði sínum og eisini í frítíð síni ger hann ein stóran mun …. Continue Reading
Eingir pengar raðfestir til, at fáa køina niður!
-194 børn eru nú í hesi støðuni synirnir hjá Rebekku, Rithu og Anna vóru í, fyri nøkrum árum síðani, les teirra hjartasuff við at fylgja leinkjunum: RebekkaRitha Anna Siri Stenberg hevur spurt Heilsumálaráðharran um bíðitíðina, og svarið er grelt! – tað kann lesast her: Kaj Leo svarar Siri Stenberg Nógv tann størsti parturin av hesum …. Continue Reading
Melda til limadagin 23.okt. á Hotel Hafnia
Í viðtøkunum stendur, at vit skulu hava 2 limadagar um árið.Vegna koronu hevur eingin verið í ár, so endiliga kunnu vit bjóða til limadag. Tað hevði verið stuttligt at sæð allir 285 limirnar 🙂 Limadagurin verður 23.okt. kl. 15-18 á Parnassinum á Hotel Hafnia. Tað verður okkurt gott lætt til matna og evnið verður heiligvágur. …. Continue Reading
Bíðilistarnir eksploderaðir
Ongantíð hevur tilgongdin verið so stór til útgreining hjá bæði barna- og ungdómspsykiatriini umframt vaksinpsykiatriini, og bíðilistarnir eru um at eksplodera. Nú ber av, og vit krevja, at landsins leiðsla setur neyðugu pengarnir av og fær bíðilistan burtur! Ein støða, ið gongur aftur og aftur er tann, vit fingu í fyrr í vikuni, har ein …. Continue Reading
ADHD tilvitanar mánaður
Altjóða ADHD awareness mánaður er, og ongantíð hava fleiri ávísingar verið til vaksna- og barnaspykiatriinar í Føroyum. -Tað er ræðandi at vita, at børn skula bíða nógv meir enn eitt ár og vaksin enn longri, fyri at fáa hjálp. -Ofta hevur tað tikið fleiri ár, at koma á listan og sostatt er vegurin so langur, …. Continue Reading