#6 Hvør situr í nevndini?

Okkara nevnd 👇🏻

1️⃣ Maiken á Mýrini, 55 ár og starvist í útleigan hjá Bústaðir.

2️⃣ Hví ert tú í nevndini í ADHD-felagnum: Eg eri mamma at barni við ADHD. Mær dámar væl at vera við í nevndararbeiðnum, og við mínari vitan og royndum ynski eg at gera mun 😊

3️⃣ Hjartamál í nevndararbeiðinum: Mítt hjartamál er at arbeiða fyri ung við ADHD og við sjálvhjálparbólkum. Mítt ynski er, at tað verður varpað meira ljós á fólkaskúlan og miðnámsskúlan. At vit fáa eina hægri fakliga vitan og at upplýst verður meira um, hvørji rættindi eru í útbúgvingarskipanini 📚Tað er av stórum týdningi, at vit í ADHD felagnum kunnu geva okkara íkast og vitan, og at vit hava eitt gott og tætt samstarv við útbúgvingarstovnarnar. Eg eri partur av sjálvhjálpartoyminum í ADHD felagnum og eri glað fyri, at vit í felagnum hava møguleika at skipa fyri sjálvhjálparbólkunum 🙏Tørvurin er stórur og veksandi, og mín vón er, at vit kunnu halda áfram við sjálvhjálparbólkunum. Tað er ómetaliga gott og gevandi at kunna tosa við onnur og at vegleiða hvørjum øðrum.

4️⃣ Títt besta ráð til tey, sum hava ADHD ella foreldur: Mítt ráð til foreldur er at fyrst og fremst at góðtaka diagnosuna, og síðani at seta seg inn í og skilja ADHD, so vit kunnu stuðla, vegleiða og hjálpa børnunum. Men vit skulu eisini savna okkum um teir góðu eginleikarnir, barnið hevur, uttan mun til diagnosu ❤️

#adhdnevndin#viðurkenning#adhdfo#adhdføroyar#adhdfelagið#øðrvísisaman#adhdtilvit