ADHD/ADD sjálvhjálparbólk: melda til nú!
“Eg helt, eg var tann einasti, sum hevði tað soleiðis” “Sjálvhjálparbólkur er tað besta, eg havi gjørt fyri meg sjálvan”“Havi ikki flent ella lært so nógv í fleiri ár”“Eg læri so nógv um meg sjálvan, av at hoyra onnur” Í sjálvhjálparbólkum viðgera vit eitt evni hvørja ferð, har avbjóðingar og loysnir verða viðgjørdar og greinaðar. …. Continue Reading
Limakafé 1. sunnudag kl. 15
Sum nakað nýtt fer ADHD felagið at skipa fyri limakafé 1. sunnudag í mánaðinum, undantikið í summarfrítíðini t.e. í juli og august. Vit ynskja at gera eitt forum, har limir kunna møtast sosialt, byggja netverk og fáa vitan um aktuel evnir. At tað er 1. sunnudag er tí tað skal verða lætt at minnast og …. Continue Reading
Aðalfundafrágreiðing og ársfrágreiðing fyri 2021
Aðalfundur hjá ADHD felagnum tann 27. mars 2022 í Smæruni. Bjørg Dam, forkvinna í ADHD felanum, bjóðaði vælkomin og greiddi frá skránni. Samstundis boðaði hon frá, at aftaná aðalfundin skuldu tríggjar framløgur verða. Heimaráðgevingin hjá Almannaverkinum greiddi frá nýggja tilboðnum, sum Almannaverkið bjóðar familjum við børnum við ADHD/Autismu Laura K. Apol greiddi frá sínari persónligu …. Continue Reading
1000 takk fyri Liljan
Kvinnufelagsskapurin hjá Lions Club í Havn, sum eitur Liljan, hevur sum endamál, eins og allur Lions felagskapurin, at veita stuðul til arbeiðið, sum tey meta gevur meining, har tørvur er. – Hesaferð valdu vit at stuðla ADHD-felagnum, ið hevur ætlanir, at gera upplýsandi tilfar, so alsamt fleiri koma at kenna til og vera tilvitað um, hvussu farast skal …. Continue Reading
Sunnudagin verður fyrsta limakaféin
Sunnudagin 1.mai kl. 15:00 bjóða vit okkara limum til okkara fyrstu limakafé Endamálið er fyrst og fremst at hitta onnur, men ein stutt framløga verður eisini, har Poula Patursson fer at fortelja um at vera mamma at eini gentu við ADHD og autismu. Tiltakið er fyri allar okkara limir. Limatiltakið verður í MEGD húsinum á …. Continue Reading







