Ársfrágreiðing 2019 frá forkvinnuni í ADHD felagnum.

Nú dagarnir í árinum fækkast vil eg taka samanum og seta sloyfu á eitt sera hendingaríkt og jaligt ár. Nógv fet á røttu leiðini eru tikin fyri ADHD bæði viðvíkjandi útgreining, viðgerð, upplýsing og viðurkenning.

Innkallað varð til aðalfundar ein sera vakran várdag 4.mai í MEGD húsinum á Íslandsvegi í Havn.
Tveir nýggir limir skuldi í nevndina, og tað vóru, sum ofta er, ikki nógv um boðið til hesar álitissessir. Sjálvt um eg var nýggj í felagnum bjóðaði eg meg fram.
Tað bleiv ein fjølbroytt 4 mannanevnd við 2 tiltakslimum, við royndum og óroyndum fólki, ið øll hava ymiskt virðismikið at kasta í við.

8.mai skipaðu vit okkum og ein stríðsætlan varð løgd.

Eitt mál, sum fyllir sera nógv hjá okkum er, at vitanin um ADHD í Føroyum er so lítil og ofta skeiv.
Enn tykjast gamlir vandamiklir fordómar um ring foreldur, óargalig børn og dovin vaksin at ráða í Føroyum, sjálvt um vísindi hevur fyri nógvum árum síðani prógvað, at ADHD aloftast er eitt viðføtt neuropsykologiskt órógv, sum ofta er arvað. Skeiva fatanin skapar ein negativan hugburð í samfelagnum, sum eisini er sera skaðiligur, tí foreldur vilja ikki lata børnini útgreinast. Tey stúra fyri fordømingum frá nær og fjar.

Men ikki einans børn líða undir hesum fordómum, tí við nýggja sessinum, havi eg fingið innlit í lívið hjá vaksnum við ADHD. Eitt sera lítið kent og lýst økið í Føroyum, sum vit fara at læra og hoyra nógv meira um í komandi ári. Nógv vaksin sum stríðast kenna seg nevnliga aftur í ADHD symptomunum, og fara nógv at kunna finna eina forkláring til lívslanga stríðið í ADHD.

Statistiskt sæð hava, sambært WHO, uml. 5% børn ADHD og umleið 2,5% vaksin ADHD. August Wang legði í juni í ár eina granskingarverkæltan fram um ADHD Í Føroyum. Sum talvan niðanfyri vísir hava 430 staðfest ADHD í Føroyum. Talvan niðanfyri vísir, hvussu býtið er millum økini í Føroyum. Um hagtølini fyri WHO eisini eru galdandi fyri Føroyar, so áttu at verið væl yvir 1000 fólk í Føroyum við ADHD.

Í Íslandi hava uml. 7-8% av børnunum ADHD og verður forklárað við ADHD oftast er arvaligt, og at genkonsentratiónin í Íslandi ger, at ADHD kemur oftari fyri. Eisini brúka Íslendarar amerikanskan diagonoseringshátt, har kriteriuni eru lægri fyri diagonosering.

At vit enn bara hava funnið undir helvtina av fólkunum við ADHD í Føroyum merkir, at væl yvir 500 fólk, kanska 1000 fólk, ganga runt og hava tað ringt, uttan at vita hví og uttan at fáa hjálp. Við at seta fokus á symptomini hjá vaksnum við ADHD, kunna vit verða við til at hjálpa teimum.

Tíverri sigur hagfrøðin, at óviðgjørd menniskju við ADHD fáa munandi oftari fylgisjúkur so sum tunglyndi og angist. Tey koma oftari í rúsevnismisnýtslu, kriminalitet, vanlukkur, ligga meira á sjúkrahúsi, blíva tíðliga foreldur, fáa lægri útbúgving og hava lægri inntøku. – Við at seta tíðliga inn við viðgerð, tillagingum, psykolog- & námsfrøðiligari hjálp, lívlangari vegleiðing, ber til hjá fólkum við ADHD at koma seg so væl, at tey fáa eitt líka gott lív sum onnur, og koma at kasta tað sama í samfelagið sum onnur.
Danski Rockwoll fondurin kom í 2014 við einum tali, har óviðgjørt ADHD kostar danska statinum uml. 3.mia um árið.
Tí hevur tað eisini sera stóran samfelagsligan fíggjarligan áhuga, at fáa fólk í viðgerð.

Komandi árið fara vit at leggja okkum eftir ókenda økinum “ADHD og arbeiðsmarknaðurin”. Hetta við tí endamálið, at tað almenna og partarnir á arbeiðsmarknaðinum skula verða betri at veita tillagingar, ið kunna tryggja fólkum við ADHD eitt betri og longri arbeiðslív. Tøl frá danska Rockwoll Fonden siga, at 66% av vaksnum fólkum við ADHD hava einki arbeiði.

Á skipanarfundinum í mai settu vit okkum hesi 10 mál fyri at røkka viðtøkum felagsins:
1: Viðurkenning
2: Avtabusering og avstigmatisering
3: Kompetansulyft av fakfólkið
4: Gjøgnumskygni við staðfesting av ADHD.
5: Góðan tillagagan skúla
6: Nøktandi viðgerð
7: Samfelagslig raðfesting.
8: Skjót viðgerð.
9: Tíðliga innsatsur.
10: Sjálvhjálp og ráðgeving.

Tað fyrsta slagið.
Í fjølmiðlunum kom tíðliga í summar fram, at bíðikøin hjá vaksnum til útgreining var alt ov long, uppí fleiri ár. Í Kringvarpinum greiddu vit frá okkara sjónarmiðum og kenna, at vit blivu hoyrd. Landsstýriskvinnan gjørdi bart av, og fann pening at seta eitt fólk burturav til at fáa køina burtur.

Sosialir miðlar og heimasíða.
Týdningurin av sosialu miðlunum er sera stórur, og tí fóru vit at styrkja okkum á sosialu miðlunum. Vit eru nú komin upp á yvir 1600 fylgjarum á Facebook, úr góðum 500 síðani í mai! Vit eru nú á Instagram og heimasíðan kom upp at koyra í august. Týdningarmesta er nýggja limaskipanin frá Elektron, sum liggur á heimasíðuni og á Facebook. Hon ger tað sera lætt at tekna seg sum lim eins og at tekna seg til fasta flyting, ið tryggjar okkum ein støðugan limaskara.

Mál: 100 limir áðrenn 1.januar?
Vit fáa stuðul frá veddingarpengum einans eftir gjaldandi limum. Tí er limatalið so sera týdningarmikið. Vit settu okkum sum mál at røkka 100 limir áðrenn árskifti. Enn mangla umleið 30 limir!Ársfrágreiðing frá forkvinnuni í ADHD felagnum.

Ráðstevnan ADHD Megnartak.
Løgtingsvalið í august varð ein sera góður platformur at fáa sett skjónareykuna á okkara mál og verða hoyrd – Vit royndu eftir øllum alvi, at fáa ADHD á breddan. Sálarheilsa fylti kjakið nógv og eisini varð ADHD uppi at venda. Serligan mun gjørdi stóra ráðstevnan við valfundurin “ADHD Megnartak” fyri fullum sali beint fyri valið.
Eitt stórt megnartak fyri ADHD varð tikið.

Hettar varð fyrstuferð vit stroymdu eitt tiltak. Eisini hava vit fingið framleitt smáfilmar, sum liggja á heimasíðuni.
Íslendska ADHD felagið var við, og var hettar byrjanin til eitt sera gott samstarv.
Vit arbeiða saman við teimum og øðrum norðurlendskum ADHD feløgum við einari ráðstevnu í heyst. Hettar verður meir at hoyra um seinri.

Upplýsingarfundir “ADHD Rundferð”
Granskingin hjá August Wang vísti okkum, hvussu ójavnt diagoniseringin av ADHD er um landið. Hettar gav íblástur til at skipa fyri 7 fundum kring landið við fakfólkum og persónligum søgum, sum skula verða við til at varpa ljós á ADHD úti um landið.
Í sera góðum samstarvi við Sørvágs kommunu varð fyrsta rundferðin hildin í Sørvágs skúla. Yvirraskandi nógv, umleið 170 fólk møttu til eitt sera gott tiltak. Vit takka Sørvágs kommunu hjartaliga fyri fyrimyndarligt samstarv.

21. januar 2020 fara vit aftur á rundferð. Hesaferð verða vit í Eydnuni á Oyrarbakka í samstarvi við Sunda kommunu og hesaferð verður tiltakið stroymt.

Lýsa ADHD frá ymsum vinklum.
ADHD er ein dimensionel diagnosa, sum ger mann kann hava minni ella meir ADHD og avbjóðingarnar kunnu verða sera kompleksar og fjølbroyttar. Sostatt er eingin søga eins og fyri at geva eina betri mynd av ADHD, er tað týdningarmikið at fáa lýstar ymsar lívssøgur frá ymsum vinklum. Her er tað miðlarnir hava so tíðandi uppgávu, og vit hava haft sera gott samstarv við fleiri miðlar. Blaðið Kvinna fór í dýpdina við “Kvinnur við ADHD”. Skúlablaðið hevði temablað í august um skúlabørn við ADHD, og Rás 7 gjørdi innslag um ADHD. KVF hevur fleiri ferðir tikið týandi mál upp um ADHD og vit hava framleitt 5 stuttfilmar.

Nógvar søgur eru enn heilt ósagdar so sum t.d. “Suksefulli íverksetin við ADHD!”, Maður og ADHD, “Við ADHD á ellisheimi”, “Útbrendur á arbeiðsmarknaðinum í tillagað starv”, “Óhjálpta kedda gentan við ADD” og so framvegis.
Vit vóna, at miðlarnir framhaldandi vilja verða við til at lýsa hesar søgur.

Vitjan í Íslandi.
Fyrst í november var undirritaða boðin á ráðstevnu í Íslandi um ADHD og arbeiðsmarknaðin. Eitt sera týdningarmikið mál, sum er lítið og einki tosað um í Føroyum. Vit fara at arbeiða við hesum málinum og eru okkara royndir og fatan, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum, ALS, Almannaverkið, , skúlavegleiðarar, karrieruvegleiðarar og sosialráðgevarar vilja sera fegin verða við at taka evnið upp.

Sjálvhjálparbólkar
Vitjanin í Íslandi gav okkum eisini samband til eitt umboð frá danska ADHD felagnum við sera nógvum royndum m.a. við sjálvhjálparbólkum. Vit gjørdu avtalu um at fáa hana til Føroyar og leggja okkum lag á fyrst í komandi árinum.

Limafundur í november.
Tvinnir limafundir vóru sama dag í november, ein í Runavík og ein í Havn. Í Runavík vóru fleiri fólk komin og ein sera spennandi fyrispurningur kom frá einum ungdómi, ið helt fyri, at ADHD felagið átti at haft eina ungdómsnevnd. Hendan bóltin loftaðu vit og arbeiða víðari við. Ert tú ungdómur, og hevur hug at verða við í arbeiðinum, so ert tú vælkomin at skriva til okkara.

Ein annar limur hevur víst stórt ynski um sjálvhjálparbólkar og hevur bjóðað seg fram at leiða ein slíkan bólk. Vit fara at bjóða bólkaleiðaraupplæring í januar og sóknast tí eftir øðrum, ið hava hug og hegni at leiga ein bólk.

Nýggj skrivstova
Frá 1.januar leiga vit stóra skrivstovu í MEGD húsinum, sum eisini kann hýsa nevndararbeiði, sjálvhjálparbólkum og minni tiltøkum. Skrivstovuna leiga vit saman við Alzheimersfelagnum.

Jalig framstig í samfelagnum.
Tað er ein jalig hugburðsbroyting í gongd og henda nógv góð framstig í løtuni. Í Sørvágsskúla var eg stórliga jaligt yvirraskað, tá undanfarni skúlastjórin vísti mær runt í serflokstovunum, sum tey hava valt at totalumvæla eftir teimum bestu kørmunum til børn við sertørvi. Ístaðin fyri at hava fáar stórar stovur og opin rúm, vísa teirra royndir, at m.a. smærri stovur, væl ljóðbjálvaðar, við ljósi, ið kann dempast og hurð út í tún eru bestu teir karmarnir. Eitt rørslu- og sansarúm verður eisini bygt.

ADHD felagið vil takka Sørvágs skúla fyri at ganga fremst og taka eitt megnartak fyri børnunum í serflokkunum.

Fyri fáum døgum síðani hoyrdist, at landstýrið raðfestir 1,6 mil. í 2020 til eina ADHD klinikk á psykiatriska deplinum. Ein klinikk, sum skal hava 5 fólk í starvi, tá hon er komin fult upp at koyra. Eitt átak, ið fer at broyta útgreining og viðgerð hjá vaksnum við ADHD munandi til tað betra.

Í barnapsykiatriini eru starvsfólk undir upplæring at veita foreldravegleiðing eftir New Forest Parent Program, har foreldur fáa 8 viðtalur, ið skal gera tað lættari at hjálpa barni sínum. Vónandi fara nógv foreldur at fáa møguleikan og vónandi taka øll av undirritaða hevur verið royndarforeldur og haldi meg hava fingið sera nógv góð amboð og eina nógv størri vitan, um avbjóðingarnar hjá barninum.

Í nýggjasta tíðindaskrivinum frá landstýriskvinnuni í almannamálum stendur, at frítíðartilboð til børn við ADHD verða raðfest, umframt at eitt sertoymi við fólkum, ið kunna hjálpa teimum, ið eru illast fyri og ikki megna skúla skal setast. Hurrá!!

Fleiri fyritøkur hava stuðla okkum í árinum við størri og smærri upphæddum. 3. advent, fingu vit stórbæra adventsgávu á 50.000kr at frá Betri, sum m.a. verða nýttar til sjálvhjálparbólkar. Túsund takk til stuðlar, Betri og øll, ið tilnevndu okkara felag.

Mál fyri 2020
Vit eru sera takksom fyri, at so nógv framstig henda nú, og ynskja okkum, at í næsta ár verður vitanin um ADHD í fólkaskúlanum hægri, soleiðis at børnini við ADHD fáa ta tillagaða undirvísingingina teimum tørva!
Vit ynskja, at børn við ADHD verða útgreinaði fyrr og soleiðis fáa best møguligu hjálpina.
Hagfrøðin vísur, at dreingir verða diagonoseraðir við ADHD, tá teir eru í meðal 10,8 ár og gentur við ADD heili 14,5 ár. Bíðirøðin til útgreining er lutfallsliga stutt og sostatt er trupuleikin ímun til útgreiningina aðra staðir í samfelagnum. Her hugsi eg, at foreldur aftra seg at lata barnið útgreinað, dagstovnurin ella skúlin boðar ikki nóg skjótt frá eins og aðrir mynduleikar. Hettar átti at verið kannað og bøtt um.

Vit ynskja generelt kompetansulyft hjá fakfólkið, ið eru rundanum fólkum við ADHD, tí vitan um ADHD og ADHD amboðskassan er alneyðug fyri at skapa røttu karmar, relatiónir og tillagingar. Her verður hugsað um m.a. serlærarar, námsfrøðingar, vegleiðarar, sosilráðgevarar, kommunulæknar, heilsusjúkrasystrar, stuðlar osf.
Eisini ynskja vit eina ADHD vegleiðaraútbúgving í Føroyum, soleiðis at vit fáa nøkur serlærd fakfólk út í skúlar, stovnar, heilsuskipanina og á avvarandi mynduleikar.

Eisini ynskja vit, at allir partar á arbeiðsmarknaðinum taka megnartak fyri vaksnum fólkum við ADHD. At karrieruvegleiðarar, sosialráðgevar, ALS, Almannastovan, psykiatriin og aðrir avvarðandi mynduleikar seta fokus á ADHD og í samstarvi eru sinnaði at tillaga størv, og sostatt verða við at skapa ein rúmligari arbeiðsmarkna.

ADHD er eitt neurologiskt arvaligt ólag, sum kann raka allar familjur og sum ikki spyr eftir sosialum statusi ella inntøku. Okkara samfelag verður alt meira krevjandi, torført og innviklað og tað megna fólk við ADHD verri og verri at klára seg í. Tí má ADHD verða ein tilvitaður partur í øllum skipanum og stovnum í samfelagnum.

Hjartans tøkk – saman megna vit!
Eg fari at takka starvsfeløgunum í nevndini fyri avbera gott og gevandi samstarv. Saman vilja vit takka limunum fyri dyggan stuðul og MEGD fyri holla ráðgeving, stuðul og sparring eins og øllum privatum fyritøkum sum hava stuðlað við peningagávu. Kommunum fyri samstarv og stuðul. Politisku flokkunum, ið luttóku á ADHD Megnartak og serlig tøkk til teir politikarar, sum áhaldandi arbeiða fyri ADHD í Føroyum. Psykiatriska depilinum og barnapsykiatriini, takk fyri sparring og gevandi luttøku á okkara tiltøkum.

Takk til íslendsku ADHD samtökin og donsku ADHD foreningen fyri sparring, stuðul og vegleiðing.

Ein serlig tøkk til øllum tykkum, sum taka eina serliga hond um fólk við ADHD og sum á onkran hátt kasta í arbeiðið fyri, at tað skal verða betri at liva í Føroyum við ADHD.
At enda vil eg ynskja øllum eitt avbera gott nýggjár, har vit taka enn fleiri fet fram fyri ADHD.

Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum

Takk til stuðlar:
MEGD
Sørvágs kommuna
Sunda kommuna
Tórshavnar Kommuna
Atlanic Airways
Norðurlandahúsið
Betri
Hiddenfjord
Varđin
JFK
Articon
Elektron
Leif Mohr
Frost
Ídni
Rokoko
Sorella
Vágs kommuna
Sumbiar kommuna
Viđareiđis kommuna
Fuglafjarđar kommuna
Borg