Árligi aðalfundurin verður 20.mars 2021 í MEGD

adhdfelagið aðalfund
Umframt skránna, ið verður sambært viðtøkum felagsins, fara vit at varpa ljós evnið ADHD og misnýtsla.
Hevur tú ADHD/ADD ert tú í nógv størri vanda fyri at fáa einhvørja misnýtslu. Norðurlendsk hagtøl vísa, at 3.hvør rúsevnismisnýtari og 5.hvør alkoholikari hevur ADHD/ADD. Hettar ofta ein háttur at sjálvmedisinera eitt óviðgjørt ADHD.
Vit vita, at tíðliga hjálp er besta hjálpin og fyribyrgingin, men í Føroyum hava enn munandi fá fingið útgreining og staðfest ólagið ADHD/ADD, og tí kunna tey ikki søkja sær røttu viðgerðina og hjálpina.
Skráin fyri fyrilesturin kemur seinri.
Aðalfundurin verður í MEGD, Íslandsvegur frá kl.15-17.30 leygardagin 20.mars.
Tríggir limir standa fyri vali umframt tveir tiltakslimir.
Mál ella uppskot til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi 8 dagar áðrenn fundin. Uppskot verða at sendast til adhd@adhd.fo.
Við vón um fjølmenta uppmøting.
Nevndin í ADHD-felagnum.