Børn bíða í 18 mdr og vaksin í 15 mánaðar !!

Hetta lesa vit í svarunum, sum Jóhannis Joensen løtingsmaður hevur fingið, eftir at hava sett Kaj Leo Holm Johannesen, spurningar um bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum.

Hann spyr m.a. um “Er bíðitíðin á psykiatriska deplinum longri enn ½ ár?” og “Hvør ítøkilig loysn er í umbúna fyri at minka um bíðilistarnar?

”Svarini til fyrsta spurning er: “ Spyrjarin spyr um bíðitíðin á Psykiatriska Deplinum er longri enn hálvt ár. Sambært viðmerkingunum, hevur spyrjarin sjóneykuna á bíðitíðina til Barna-og ungdómspsykiatriina,sum skipanarliga nú liggur undir Familjudeplinum á Landssjúkrahúsinum.

-Stóra avbjóðingin er, at nógv børn afturat eru komin á bíðilista tey seinastu árini og tað hevur við sær, at tey, ið verða ávíst í dag, skulu vænta at bíða í upp til 18 mánaðir við verandi manning í Barna-og ungdómspsykiatriini. 217 børn vóru á bíðilista í barna-og ungdómspsykiatriini í januar 2022. Hyggja vit eftir teimum, sum vóru til fyrstu viðtalu í 2021, so bíðaðu tey í miðal 5-6 mánaðir, so talan er um ógvusligan vøkstur. Bíðitíðin til útgreining fyri ADHD fyri vaksin er eisini long, umleið 15 mánaðir.

Svar til annan spurning er: “Psykiatriin er raðfest á fíggjarlógini fyri 2022. Tvær mió. kr. eru settar av til m.a. at styrkja um viðgerðartilboðini í Barna-og ungdómspsykiatriini.

Í hesum sambandi hevur Sjúkrahúsverkið eftir áheitan frá landsstýrismanninum gjørt eitt uppskot til, hvussu bíðilistin og bíðitíðiní Barna-og ungdómspsykiatriini ítøkiliga kann styttast.

Eisini verður skrivað, “..at tað er víst á ymiskar loysnir at minka um bíðilistarnar í Barna-og ungdómspsykiatriini. Hetta verður viðgjørt í løtuni.”

Felagið fegnast um at onkrar loysnir eru, nakað at peningi settur av og vilji er tilstaðar! Sum felag umboðandi størsta partin av teimum, ið standa í bíðikøini, so hava vit sent umbøn til landsstýrismanninu, um at blíva hoyrd, soleiðis at vit kunna við íkasti til, hvørji átøk eiga at verða raðfest.

– Hettar er eitt so átroðkandi mál, tí vit sum samfelag skula veita skjóta, rætta og góða hjálp til børn sum mistrívast.


Bjørg Dam Forkvinna í ADHD felagnum

Les alt svarið her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9935