Aðalfundurin hjá ADHD felagnum

Aðalfundur ADHD felagið

Hjartaliga vælkomin til árliga aðalfundin, sum í ár verður í Smæruni 27.mars.
Nú eru vit fleir enn 325 limir og rúmast ikki longur í MEGD, har aðalfundir vanliga hava verið.
Tað er sera gleðiligt 🙂

Umframt skránna, ið verður sambært viðtøkum felagsins, fara vit at varpa ljós evnið ADHD og kvinnur. Eisini kemur ein at greiða frá nýggja tilboðnum Heimaráðgeving hjá Almannaverkinum. Hettar er eitt av teimum málunum, vit hava kempað leingi fyri, so her skal setast flugubein við!
Vit eru eisini meir enn fegin at kunna boða frá, at royndarverkætlanin við ADHD/Autismuráðgevingini hevur fingið pening frá landinum, og kemur tí at verða eitt fast tilboð framyvir 🙂 – Aftur eitt flugubein 🙂
Vit gleðast um at tað koma nøkur flugubein, men vit hava sera nógv eftir at kempa fyri. Millum teirra eru lang útgreiningartíð, javnrættur til m.a. útbúgvingar og atkoma til læring, tað at skúlin skapar røttu karmarnar so næmingurin fær atkomu til tað kann skal læra!

-Ein sterkur felagsskapur er besti møguleiki fyri, at vit kunna seta fleiri flugubein, tí vóna vit at nógv møta upp.

Aðalfundurin verður í Smæruni J. H. Schrøtersgøta 7 frá kl.15-17.30 sunnudagin 27.mars.
Vit bjóða kaffi og ábit aftanná.

Tríggir limir standa fyri vali umframt tveir tiltakslimir.
Mál ella uppskot til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi 8 dagar áðrenn fundin. Uppskot verða at sendast til adhd@adhd.fo.

Viðtøkurnar síggjast á heimasíðuni adhd.fo.

Bjørg Dam forkvinna