Okkara nevnd
Karolina Láberg, 40 ár, starvist á KT & Menningardeildini hjá Betri Banka @karolinalaberg
Hví ert tú í nevndini í ADHD-felagnum: Eg eigi ein son við ADHD og eg endaði í nevndini eitt sindur av tilvild. Eg bleiv spurd, tá ein í nevndini fór úr
Hjartamál: Fyrst og fremst at varpa ljós á ADHD. Mítt ynski er, at børn við ADHD fáa eina líka góða skúlagongd sum øll onnur. Tað er í skúlanum, tey eru stóran partin av degnum. Um børn ikki føla, at tey hoyra til, ella kunnu tað sama sum onnur, so missa tey mótið og lívsgleðina. At ganga í skúla er ikki eitt val! Tí eigur skúlin at kunna rúma øllum børnum, so tey øll kunnu trívast og mennast eins væl Um vit sum vaksin ikki trívast á einum arbeiðsplássi, so skifta vit til eitt annað, har vit trívast. Trivnaður er ein stórur partur av okkara lívi og ávirkar okkara gerandisdag og tey rundan um okkum. Eisini ynski eg, at børn sleppa til útgreining skjótari og lættari. So man kann seta inn so skjótt sum gjørligt!
Títt besta ráð: At geva ráð er nokk eitt tað lættasta at geva og nakað vit øll geva allatíð, uttan mun til um vit kenna til trupulleikan ella ikki. Og eg eri einki undantak Men einki er so strævið sum at fáa øll hesi ráðini frá fólki, sum slett ikki vita hvat tey tosa um
So eg fari ikki at geva nøkur ráð, men heldur fortelja, hvat hevur hjálpt mær! – Tað besta eg havi gjørt var at fara í sjálvhjálparbólk hjá ADHD felagnum. Hetta var fyrstu ferð, at eg føldi, eg var umringað av fólki, sum høvdu tað líka sum eg Og tá man deilir við hvønn annan í einum bólki, so fær man sjálvvirkandi ráð, ið passa til tín. Tú velur til og frá sjálv. Tað er nokk tað, sum hevur verið tað mest gevandi fyri meg.
– Eitt annað er at eg eri limur í einum donskum Facebook-bólki fyri foreldur at børnum við ADHD- Eg søki mær vitan um ADHD og lesi nógvar bøkur Eg brúki ljóðbøkur, tí eg haldi tað er so tungt at lesa. Eg koyri mær smátalarar í oyrini og lurti, tá eg skal gera ymiskt, sum eg ikki tími so væl! Sum ein skrivaði, minus og minus gevur pluss
#adhdnevndin#viðurkenning#adhdfo#adhdføroyar#adhdfelagið#øðrvísisaman#adhdtilvit