#7 Hvør situr í nevndini?

Okkara nevnd 👇🏻

1️⃣ Bjørga Sivertsen, 35 ár, útbúgvin sosialráðgevi og arbeiði á almannaverkinum @lifeofsivertsens

2️⃣ Hví ert tú farin í nevndina? Eg havi ein son og mann við ADHD og vildi fegin verða við í nevndini, tí eg haldi at tað er altavgerandi at arbeiða við at skapa rúm, møguleikar og fokus á tey, sum hava ADHD í Føroyum 💪🏻

3️⃣ Hjartamál í nevndararbeiðnum: Eg vil gjarna verða við at gera ein mun í lýsingarátøkum. Og eg ynski, at kunningin og ráðgevingin er tøk til tey, sum leita sær hjálp! Tí brúki eg eisini mín platform á instagram til at varpa ljós á ADHD-felagið og ADHD sum heild ❤️ Eg føli, at eg við mínum egna profili kann varpa ljós á og stuðla ADHD-felagnum sum eitt andlit útattil 😊Eg vóni, at onnur kunnu spegla sær í, hvussu tað er at vera ein familja við ADHD í Føroyum 🙂Mítt hjartamál er, at øll børn við ADHD fáa líka møgulleikar at mennast og fáa rætta tilboðið, líka sum onnur børn ❤️

4️⃣ Mítt besta ráð er at leita sær so nógva kunning um ADHD sum møguligt fyri at skilja barnið ella tann vaksna sum avvarandi 👊🏻 Og so vil eg mæla øllum til at finna onnur í somu støðu, eitt nú við melda seg til tilboðini í ADHD felagnum 👏🏻

#adhdnevndin#viðurkenning#adhdfo#adhdføroyar#adhdfelagið#øðrvísisaman#adhdtilvit