Mánaðarliga limakaféin hjá ADHD felagnum er aftur á skrá
Hesa ferð verður kaféin í Perluni pálmasunnudag 2.apríl kl. 15:00
Altjóða autismudagur er 2.apríl, so vit seta fokus á at hava bæði ADHD og autismu saman (sokallað AuDHD)
Betina Sand, lærari og kandidat í námsfrøðiligari sosiologi, greiðir frá um eyðkennini við at hava AuDHD og gevur eitt boð uppá, hvussu vit kunnu skilja autismu í einum ikki-autistiskum samfelagi.
Barbara Krossteig, ergoterapeutur og eigari av Spælival, sigur um sítt upplegg:
-Eg havi brúkt 30 ár uppá at royna at vera tann, eg helt onnur vildi hava eg skuldi vera.
Um tú vilt hoyra tvey áhugaverd upplegg um autismu og ADHD og fáa høvi at hitta onnur fólk – so kom við til okkara kafé sunnudagin í Perluni 🙂
Vertur hesa ferð er Poula.
Vit gleða okkum!
/nevndin í ADHD felagnum