Gleðiligar páskir og TAKK

ADHD felagið ynskir øllum gleðiligar páskir

Og hjartans TØKK til okkara 500+ limir

Uttan tykkum hevði okkara arbeiði ikki borið til. Tað hevði ikki borið til at bjóða sjálvhjálparbólkar, sum veruliga gera mun hjá nógvum. Tað hevði ikki borið til at hildið okkara føstu limakaféir, sum eru bæði áhugaverdar og ofta rørandi. Og tað hevði ikki borið til at arbeitt so málrættað við at fáa meira viðurkenning av ADHD, bæði politiskt og í almenninginum.

Tí siga vit eini hjartans TAKK til okkara limir og gleðiligar páskir ❤️

Heilsan vit í ADHD felagnum