ADHDmegnartak ókeypis ráðstevna í NLH 1.juni 2023

ADHD megnartak 2023

ADHDmegnartak er ókeypis ráðstevna við tveimum aktuellum evnum:

Evnið fyrimiddag er FLEIRI GÓÐ ÁR Á ARBEIÐS­MARKNAÐINUM, HVUSSU?
Luttakarar: Almannaverkið, ALS, persónligar søgur, Niclas Heri o.o.

Vit savna allar partar tvs. vinnuna, almannaverk, heilsuverk o.o. fyri at finna loysnir uppá, hvussu diagnostiserað og ódiagnostiserað við neuropsykaitriskum avbjóðingum kunnu:
– Fáa eina góða byrjan á arbeiðsmarknaðinum
– Fyribyrgja útbrenning, strongd og óarbeiðsføri ov tíðliga
-Hvussu ADHD viðgerð og amboð geva arbeiðsføri aftur

Evnið eftir døgurða er: ADHD HJÁ GENTUM OG KVINNUM: Eyðkennismynd, hormonir, viðgongutíð og arbeiðslív


Lotta Borg Skoglund, psykiatari & lækni í alm. med granskari, fyrilestrahaldari og rithøvundur av bókini “ADHD hos piger og kvinder”, ið vann prísin fyri bestu populervísindaligu bókina í Svøríki í 2022.

Nógvar gentur og kvinnur við ADHD fáa ikki røttu diagnosuna, tí kriteriuni fyri diagnosu eru grundað á eyðkenni hjá dreingjum og monnum.

Tí fáa nógvar gentur og kvinnur minni hjálp frá t.d. skúlaskipanini, heilsuverkinum og medisinskari gransking.
Fyrilesturin hjá Lotte og eftirfylgjandi kjak er á svenskum/donskum.

GEVIÐ GÆTUR, tilmelding á nlh.fo krevst

Ráðstevnan er ókeypis. Til ber at bíleggja og rinda fyri mat/kaffi við tilmelding.

Øll eru hjartaliga vælkomin á ókeypis ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 1. juni kl. 8.30- 15.30

Endamálið við ráðstevnuni, ADHD Megnartak 2023, er at vísa, at íløgur í útgreining, fakligheit, vitan, arbeiðsfremjandi tiltøk og tillagingar á bæði arbeiðsplássum, stovnum og skúlum eru sera góðar íløgur – bæði menniskjaliga, vinnuliga, sosialt og fíggjarlig.

Yvirskipaður málbólkur, ið umrøddur og viðgjørdur verður, eru fólk diagnostiseraði ella ódiagnostiseraði við ADHD við ella uttan hjádiagnosum og hjáárinum herundir autismu, OCD, dyslexi, Tourettes, angist, tunglyndi, rúsevnis/rúsdrekkamisnýtslu, persónsforstýrilsi og etingarólag. Avmarking: Fysisk brek, aðrar sálarsjúkur og menningartarn.

Fyriskipari er ADHD felagið.

adhd #ADHDmegnartak2023 #adhdfelagið #ráðstevna #norðurlandahúsið #kvinnurviðADHD

Stuðlar:
Nes kommuna
Tvøroyrar kommuna
Sumbiar kommuna
Kunoyar kommuna
Hovs Kommuna
Hvalbiar kommuna
Súkklumaraton í Yndi
Mowi
Norðurlandahúsið
Poul Michelsen
Faroese Marine Products
Wenzel
Norðurlandahúsið
Megd