Tá tú hevur ADHD ella aðrar ósjónligar avbjóðingar og ætlar tær út at ferðast, er hent at kenna til
~ fylgjarakortið
~ Vis hensyn kort og
~ sólblómubandið
Pass og pengar eru eitt, men visti tú, at tú kanst søkja um at fáa eitt fylgjarakort frá MEGD, um tú hevur eina diagnosu sum eitt nú ADHD ella autismu og ikki kanst ferðast einsamallur/einsamøll? Børn við ávísum diagnosum kunnu fáa fylgjarakort, men tó eru ymsar treytir at seta seg inn í (sí nærri niðast).
Fylgjarakortið er hent, tá tú skal ferðast. Hjá Smyril Line kann ein fylgjari ferðast við tær heilt ókeypis. Tað merkir, at barnið ella tann vaksni við fylgjarakortinum skal gjalda fyri seg, meðan fylgjarin sleppur ókeypis við. Hjá Atlantic Airways ferðast fylgjarin til hálvan prís.
Fylgjarakortið kann eisini brúkast í Danmark, har tú fært tín fylgjara ókeypis við inn í eitt nú Tivoli, Legoland og Zoo.
Við at vísa fylgjarakortið ber eisini til at fáa eitt “Vis hensyn” kort í t.d. Tivoli, soleiðis at tú og 4-5 vinir sleppa framum í køini til tey ymisku “forlystelser”. Tú vísur bara fylgjarakortið í kundatænastuni við inngongdina til Tivoli.
Og so halda vit tað er fantastiskt, at Atlantic Airways er blivin partur av sólblómuskipanini.
Sólblómubandið kann gera stóran mun fyri nógv við ósjónligum avbjóðingum sum til dømis ADHD.
Tí við sólblómubandinum kanst tú gera ADHD sjónligt – um tú vilt – og harvið fáa meira forstáilsi og tolsemi frá øðrum, tá tú ferðast.
Góða ferð!
*Meira um fylgjarakort
MEGD umsitur fylgjarakortini, og fyrstu ferð man søkir um fylgjarakort, skal serlækni gera eina lýsing. Ikki er heilt greitt, um øll børn við ADHD hava rætt til fylgjarakort, men í umsóknarblaðnum stendur m.a.
“Umsøkjarin hevur niðursettar førleikar, sum gera tað neyðugt at hava fylgjara við, tá viðkomandi ferðast í almenna rúminum. (Viðvíkjandi børnum skal talan vera um tørv á fylgjara, sum gongur út um tað, sum er vanligt fyri frísk børn)”
Vit eru fleiri foreldur, ið hava fingið fylgjarakort til okkara barn við ADHD og/ella autismu.
Nærri leiðreglur kunnu lesast á https://megd.fo/fylgjarakort