Ársfrágreiðing frá ADHDfelagnum fyri 2023, hildin á aðalfundi í Perluni 3.mars 2024
Eitt sera virkið og týdningarmikið ár er farið afturum. Tað, sum rennur í huga, er mest vælvild og framgongd, men á summum økjum hava bakkøst verið. Tað vísir okkum, at í Føroyum krevst eitt sterkt felag, sum áhaldandi fylgir við, rættleiðir, vísir á møguleikar, hóttanir, batar og upplýsir. Eisini er tørvurin á vegleiðing, sjálvhjálparbólkum og undirvísing vaksnir.
Hendan frágreiðing skal geva mynd av árinum 2023 í Føroyum út frá einum ADHD sjónarhorni. Frágreiðingin er long, men deild upp í tvey evnir, har eg fyrst seti orð á nøkur samfelagsviðurskifti, sum ávirka beinleiðis okkara limir og ódiagnosteraði við ADHD. Eisini reksi eg upp tiltøk og virksemi, vit sum felag hava skipað fyri ella verið partur av, fyri at vísa á fjølbroytta virksemi í fjør. Brotini eru deild upp eftir evni við yvirskriftum og við leinkjum til keldur, soleiðis at tú sum lesari, kann seta teg inn í málini, sum røra seg.
Felagið ynskir at verða ein virðiligir samstarvs- og hoyringspartur og vónandi kann frágreiðingin lýsa støðuna í dag og vísa á, hvar tørvur er á batum.
Vegna nevndina í ADHD felagnum
Bjørg Dam, forkvinna
Samfelagslig viðurskifti
Børn kring landið ójavnsett
Barnaverndirnar kring landið eru sera ymiskar. Tí óttast bæði løgtingsfólk og vit í ADHD felagnum fyri, at børn kring landið ikki eru javnstillað, og at summi børn fáa nógv verri tilboð enn onnur, sum búgva í kommunum við fakligum og fíggarliga sterkum barnaverndum. Vit eru við sum hjásiti í fleiri førum og kenna problematikkin væl aftur. Serliga er afturvendandi, at vitanin og forstáilsi fyri ADHD kann gera, at skeivar avgerðir verða tiknar, tí forreldur verða misskilt.
Vitanin og fakligheitin um ADHD alt ov lítil.
Stovnar, skúlar, arbeiðspláss, privat ja øll eftirspyrja vitan og hægri fakligheit. Úrslitini tala fyri seg, at tá fólk við ADHD fáa betri karmar, rúmligheit og hjálpiamboð trívast tey nógv betri. Tí eigur tað almenna eins og tað privata at raðfesta endurútbúgvingar, skeiðir og upplýsandi tiltøk um ADHD.
Bíðilistar Barnapsykiatriin
Bíðitíðin á Barna- og ungdómspsykiatriini sær út til at verða stytt úr 24 mánaðum niður á 18 mánaðar. Hetta sæst á almenna listanum, ið Landssjúkrahúsið legði út 30.januar 2024. 18 mánaðar ella hálvtannað ár er tó alt alt ov leingi fyri børn og ung at bíða, tí tað er ein sannroynd, at menningin hjá børnunum ávirkast og trivnaðurin versnar munandi í bíðitíðini. Vit heita staðiliga á myndugleikarnir um at seta meira inn og fáa bíðilistan niður á nøktandi støði. Leinkja til bíðilistan er her
Bíðilistar Vaksinpsykiatriin
Tíverri er steðgað upp á vaksinpsykiatriini, so at siga eingin verður í løtuni tikin inn til forsamrøðu til ADHD útgreining. Hettar er als ikki nøktandi, og politiskt er fyriliggur eingin ætlan ella fígging, ið kann venda skeivu gongdini.
Í løtuni standa yvir 500 á bíðilista!! Leinkja til bíðilistarnir er her
Eingi skipaði tilboð til familjur tíðliga og áðrenn/uttan diagnosu!
Almannaverkið hevur seinastu tvey árini arbeitt við Heimaráðgevingini, ið er ráðgeving til foreldur at børnum undir 18 ár. Eitt gott og neyðugt tiltak.
Tó, so krevur tað diagnosu at sleppa framat Heimaráðgevingini. Tíverri, so eru eingi skipaði tilboð til familjur, hjá børnum í mistrívast, standa á bíðili ella hvørs børn verða vend í hurðini á barnapsykiatriini. Foreldur sakna sera nógv familjuráðgeving tíðliga, tá avbjóðingarnar vísa seg. Hetta kundi verið gjørt í samstarvi við barnagarðar og skúlar. Í dag, varðir Sernám av hesum, og tað stendur í fólkaskúlalógini, at Sernám kann veita foreldraráðgeving. Orkan er tíverri ikki til tess, og tá tað stendur KANN ístaðin fyri SKAL, so er tað hendan sera týdningarmikla tíðliga hjálpin, ið verður raðfest frá, hóast tíðliga hjálp er nógv betri og bíligari hjálp. Vit sum felag halda, at hjálpin skuldi verið at fingið í nærumhvørvinum, og tí er upplagt, at kommunurnar, veita hesa ráðgeving, heldur enn Sernám.
Ein tvørfaklig klinikk fyri øll neuropsykiatrisku brekini
Í staðin fyri at spjaða servitanina og fakligheitina ynskja vit eina tvørfakliga klinikk fyri allar aldursbólkar og øll tey nevropsykiatrisk brekini, ið eru ADHD/ADD, autismu, OCD, dysleksi, tics osf. Á tann hátt kundi klinikkin tikið hond um alla familjuna, ið gevur bestu meining, tí brekini eru sera arvalig. Tað er øll familjan, ið er ávirkað og skal spaða til, um familjulimurin/ -limirnir skula gagna viðgerðini optimalt.
Barnaverkætlanin ein langskygdur bati – vit sakna batar nú!
Barnaverkætlanin hjá Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum er farin av bakkastokki. Vit stúra fyri, at sera langskygdu ætlaninunum við verkætlanini steðga neyðugu tiltøkunum, ið skula gerast beinanvegin fyri tey børn, sum bíða ella mangla viðgerð og hjálp her og nú.
Broyttar mannagongdir á LS
Í september broytti Landsjúkrahúsið mannagongdina fyri bíðirøðirnar til útgreining í psykiatriini soleiðis, at øll, sum koma á listan nú, bíða eftir tørni. Tørnið tekur áleið 24 mánaðir. Hettar er sera vánaligur fyrisitingarleistur, tí heldur eiga skjótt og lætt avgreiddir patientar at fáa skjóta avgreiðslu. Men prinsippielt sigur LS, at eingin skal koma framum annan, og tað førir við sær sera óhepnar støður, har børn ella vaksin, sum flyta til Føroyar og hava verið í viðgerð í nógv ár, skula bíða upp til 24 mánaðir fyri at fáa heilivágin í Føroyum. Hettar er als ikki nøktandi og vísir manglandi viðurkenning, ójavnrætt fyri psykiatriskar diagnosur og stóra mistrúgv frá landsins mynduleikum.
Dýrari heilivágur, ein byrða omaná byrðu!
Hægri egingjald á heilivági ger fíggjarligu gjónna ímillum fólk, ið muga taka heilivág og onnur enn størri. Vit stúra fyri, at ung undir lesnaði ikki hava ráð til heilivágin. At familjur við fleiri ungum børnum ikki hava ráð, at keypa heilivágin til teirra ungu. Í hoyringsskrivi mótmæltu vit staðiliga hækkanina og heitti á landið at veita lesandi ókeypis heilivág. Hetta fyri at tryggja, at ung megna at taka eina útbúgving og ikki noyðast at taka ov nógv arbeiði við síðunar av lesnaðin fyri at fáa ráð til heilivágin.
Les hoyringsskrivið her
Tálma nýtsluna av methylphenidat við at herða reglurnar
Landið arbeiðir við at herða apotekslógina við átøkum, ið skula forða fyri at ritalin og ritalinkopi-heilivágur við methylphenidat verður misnýttur og seldur víðari við vinningi fyri eyga.
Vit hava í hoyringsskrivi staðiliga mótmælt uppskotinum, sum førir til, at fleiri ikki fáa neyðuga heilivágin og í øðrum føri noyðast at heinta heilivág hvønn einasta mánaða. Hettar er at leggja stein omaná longu ovbyrðaðar herðar og rakar sera skeivt, meta vit. Okkum tørvar prógv og nóg góða grundgeving fyri, at hesi átøkini minka um eina eventuella misnýtslu, ið væl kann stava frá innflutningin av ólógligum heilivági. Hoyringsskrivið vísir, at tað eru í dag 754 brúkarar av ADHD heilivági við methylphenidat í og áleið 800, ið brúka annan ADHD heilivág.
Apoteksverkið upplýsir, at áleið 8-20% av ADHD-heilivágsávísingunum stava frá kommunulæknum og áleið 80% frá psykiatriska deplinum og privatum serlæknaviðtalum. Tølini skulu takast við fyrivarni.
Les hoyringsskrivið, okkara svar og fá fleiri hagtøl her
Tal av borgarum, sum fáa útskrivað ADHD heilivág | |
Ár | Borgarar |
2020 | 678 |
2021 | 917 |
2022 | 1.254 |
0101->19112023 | 1.509 |
Ferðslupolitiið við rangum uppáhaldi
Ferðslupolitiið skapti øsing í GMF, tá ein politistur greiddi frá, at førarar, ið taka ADHDheilivág kunnu verða tiknir og dømdir fyri narkotikakoyring. Telefonirnar reyðgløddu hjá felagnum og vit fóru ígongd við at fáa greiðu á fakta og at rætta skeivleikarnar. Málið endaði heilt á hægstu rók hjá Politinum. Dagin eftir kom rættleiðing út, umframt Tormóður Stórá greiddi frá í GMF um koyring og ADHD heilivág.
Kelda: politi.fo
Tiltøk, átøk og verkætlanir felagið hevur skipað fyri.
Limatalið er vaksandi og er farið upp um 600 limir
Felagið hevur eftir fáum árum meir enn tjúgufaldað limatalið. Stóra limatilgongdin sigur nakað um tørvin og týdningin av arbeiðnum hjá felagnum og ynski og vónir um broytingar í okkara samfelag. Tað er ein heiður, men eisini ein sera stór ábyrgd at fáa. Megnar felagið at gera eitt gott arbeiði, so kann felagið verða við til at betra um gerandisdagin og framtíðarvánirnar hjá nógvum børnum og vaksnum við ADHD/ADD.
Tað er okkara aðalmál – og fleiri vit eru, tess sterkari eru vit!
Limakaféir
Vit hava skipað fyri 9 vælvitjaðum limakaféum við framløgum, hugna og ein jólafest fyri børnum. Evnini hava verið líka frá bíðilistar til útgreining, til at hava bæði ADHD og autismu og til ADHD-vinarlig jól. Limakafé er hvønn 1.sunnudag í mánaðinum kl. 15 (undantikið í januar og august) – hetta fyri at gera tað lætt at minnast og forútsigiligt! 😉
ADHDvegleiðingin
Samstarvið um ADHD/Autismuvegleiðingina hevur virkað fyrimyndarligt. Uppgávurnar eru sera nógvar, millum 10 og 25 ymisk fólk og stovnar seta seg í samband við vegleiðingina hvønn mánaða. Summi mál eru skjót og onnur heilt drúgv.
Tað er alt frá telefon- og andlit-til-andlitsvegleiðing, hjásiting, kæruhjálp og hjálp at útfylla og søkja eitthvørt. Síðan august hava 60 hjásitingar verið. Sera nógv spyrja um, hvussu ein verður útgreinaður og bíðikø. Nógvir fyrispurningar snúgva seg um skúla, hjálparráð í skúla, um mistrivnað, skúlaskift, sertilboð og eftirskúlatilboð. Møguleikar í samband við arbeiði. Eisini eru nógv mál, ið snúgva seg um barnavernd, kommunu og barna og ungdómspsykiatri.
Vit fara í ár at gera eina serstaka frágreiðing og eftirmeting av ADHDvegleiðingini, nú hon hevur virkað í 2 og eitt hálvt ár.
ADHD sjálvhjálparbólkar.
Okkara sjálvhjálparbólkatoymið við íalt 4 ymsum bólkaleiðarum hevur haft áleið 14 bólkar síðan januar 2023. Tað eru bólkar fyri børn, ung, menn, kvinnur og foreldur. Eini 8 luttakarar eru í miðal í hvørjum bólki. Sera stórur eftirspurningur er eftir bólkunum at verða tættari at fólkunum í Norðoyggjum, Suðuroy og í Vágum. Vit hava fingið hækkaða játtan á fíggjarlógini til at skipa bólkar í Suðuroy og Norðoyggjum og arbeiða vit við hesum.
Ráðstevnan ADHDmegnartak
Vit skipaðu fyri stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 1.juni 2023, sum var ókeyps fyri luttakararnar.
Endamálið við ráðstevnuni ADHD Megnartak 2023 var at vísa, at íløgur í útgreining, fakligheit, vitan, arbeiðsfremjandi tiltøk og tillagingar á bæði arbeiðsplássum, stovnum og skúlum eru sera góðar íløgur – bæði menniskjaliga, vinnuliga, sosialt og fíggjarlig.Vit høvdu tvey háaktuel evnir á skrá:
Evnið fyrrapart var: FLEIRI GÓÐ ÁR Á ARBEIÐSMARKNAÐINUM, HVUSSU?
Luttakarar: Almannaverkið, ALS, persónligar søgur, Niclas Heri o.o.
Vit savnaðu áhugapartar so sum vinnuna, almannaverk, heilsuverk o.o. fyri at finna loysnir uppá, hvussu diagnostiserað og ódiagnostiserað við neuropsykiatriskum avbjóðingum kunnu:
– Fáa eina góða byrjan á arbeiðsmarknaðinum
– Fyribyrgja útbrenning, strongd og óarbeiðsføri ov tíðliga
– Hvussu ADHD viðgerð og amboð geva arbeiðsføri aftur
Evnið seinnapartin var: ADHD HJÁ GENTUM OG KVINNUM: Eyðkennismynd, hormonir, viðgongutíð og arbeiðslív. Flest øll gransking er grundað á dreingir og menn. Tað er ein stórur trupulleiki, tí diagnosistmyndin hjá gentum og kvinnum er í nógvum førum als ikki tann sama. Tí eru gentur og kvinnur nógv seinnri diagosisteraðar ella verða feildiagnosisteraðar. Heldur ikki eru hormonini og menstruatiónssykulusin tikin hædd fyri.
Tí fingu vit heimskendu Lotta Borg Skoglund, psykiatari & lækni í alm. med, granskari, fyrilestrahaldari og rithøvundur til bókina “ADHD hos piger og kvinder” at koma hendanvegin.
Sígg framløgurnar á adhd.fo/filmar
Síggj alla stroymingina frá ADHDmegnartak her
Síggj skránna fyri ADHDmegnartak her
Vertir fyri norðurlendsku ADHDnorden.
1.-3.juni vórðu vit í føroyska ADHD felagnum vertur fyri árliga norðurlendska ADHDfundin. Tey luttakandi londini vóru Føroyar, Svøríki, Finland, Ísland og Norra.
Felagið upplýsir og kunnar kring landið
Felagið hevur haft nógvar framløgur bæði alment og fyri skúlaflokkum, fakfólkum, fíggjarnevnd, trivnaðarnevnd og øðrum. Ein av almennu framløgunum varð á tiltaki í Reinsarínum um rúsevnir og rúsevnisfyribyrgingarætlanina.
Fleiri enn 50% av rúsevnismisnýtarum hava óviðgjørt ADHD/ADD, og tí er tað sera viðkomandi at hugsa tíðliga útgreining generelt, tá hugsað verður um fyribyrging av rúsevnismisnýtslu, og at hugsa um útgreining og ADHD-viðgerð, tá fólk verða viðgjørd fyri rúsevnis- & rúsdrekkabundinskap.
Samstarv er vegurin fram, og vit ynskja tætt samstarv við avvarandi stovnar. Vit hava haft árliga fundin við heimaráðgevingina hjá AV og vaksinpsykiatriina. Vit hava ynskt at fáa fund við barna- og ungdómspsykiatriina, men tey hava ikki víst áhuga. Umboð fyri ADHD felagið sigur eisini í starvsnevndini í MEGD.
ADHDviðurkenningin til Hin Rusuta
Jens Jákup Hansen hevur gjørt nógv fyri at varpa ljós á ADHD alt seinasta árið. Hann hevur savnað pening inn til ADHD felagið, meðan hann hevur fyrireikað seg at fara niðan á hægstu fjøll í Afriku og Suðuramerika. Sendingarnar í sjónvarpinum og á hansara sosialu miðlum hava sett nógv fokus á ADHD.
Fjølmiðlar
ADHD hevur fingið væl av umrøðu í miðlunum, Strok og Píkasjey. Umboð frá felagnum og onnur luttaka aktivt í almenna kjakinum bæði í bløðum, sosialu miðlunum og KVF. Okkara fylgjaraskari veksur alsamt, og eru vit nú eisini aktiv á Instagram, har vit hava 1100 fylgjarar og á Facebook 3500. Serliga hevur stóra arbeiði, Jens Jákup Hansen hevur gjørt, vakt ans og rokkið út um alt landið.
Fígging.
Sera stóri limavøksturin og virksemi felagsins krevur fígging. Tí eru vit sera glað fyri, at játtanin á fíggjarlógini vaks við 100.000kr til 350.000kr, sum skulu brúkast til m.a. sjálvhjálparbólkar í Suðuroy og Norðoyggjum.
Innarlig tøkk til stuðlar
Hjartans tøkk – saman megna vit!
Vit vilja takka starvsfeløgunum í nevndini fyri avbera gott og gevandi samstarv. Saman vilja vit takka limunum fyri dyggan stuðul og MEGD fyri holla ráðgeving, stuðul og sparring eins og øllum privatum fyritøkum, sum hava stuðlað við peningagávu. Kommunum fyri samstarv og stuðul. Serlig tøkk til tey fakfólk, sjálvboðin og politikarar, sum áhaldandi arbeiða fyri ADHD í Føroyum. Øll á Psykiatriska depilinum, barna- og ungdómspsykiatriini og Almannaverkinum, takk fyri sparring og gevandi luttøku á okkara limatiltøkum.
Ein serlig tøkk til øll tykkum, sum vísa rúmligheit og taka eina serliga hond um fólk við ADHD, og sum á onkran hátt kasta í arbeiðið fyri, at tað skal verða betri at liva við ADHD í Føroyum.
Nýggja nevndin, sum varð vald á aðalfundinum.