Í dag hevði ADHD-felagið eina sera væleydnaða limakafé, har eini 20 fólk vóru komin saman at lurta eftir Bárði Persson fortelja opið og persónligt um sítt lív við ADHD og autismu.
Bárður fekk staðfest ADHD fyri fimm árum síðani og Asperger fyri fimm mánaðum síðani. Hann tók okkum við aftur í barnaárini, har hann hevði eina kenslu av at vera „frá eini aðrari planet“. Hann var dagdroymari, og skúlatíðin var serliga trupul. Ófyrisigiligheitin í skúlanum var ein stór avbjóðing, og Bárður lýsti sjálvur, hvussu hann kendi seg “skúlapíndan”. At fara til sjós var hart – men kortini ikki líka hart sum fólkaskúlin hevði verið.
Við bæði álvara og skemti setti Bárður orð á mótsetningarnar í sær sjálvum: ADHD-síðuna, sum vil alla verðina, og ta autistisku síðuna, sum helst vil heim aftur. Hann fortaldi eisini um avleiðingarnar av at ganga stóran part av lívinum við óviðgjørdum ADHD og autismu, og um aðrar avbjóðingar, sum hava fylgt við gjøgnum lívið.
Tað gjørdist ein sera áhugaverd, erlig og nærverandi framløga, sum eisini gav rúm fyri góðum spurningum og práti millum luttakararnar.
Vit takka Bárði hjartaliga fyri álitið og fyri at deila sína søgu við okkum – og øllum, sum komu, fyri eina sera góða limakafé.



