Stuðul frá Team Rynkeby
Í gjár var árliga kekkhandanin hjá Team Rynkeby, og hesuferð var ADHD felagið við á fyrsta sinni at fáa stuðul. Umframt ADHD felagið fingu Krabbameinsfelagið, Sinnisbati, Hjarta barnið, Berin og Autismufelagið eisini stuðul. Cystisk fibrosufelagið tók móti kekkingum vegna allar felagsskapirnar, sum hesuferð fingu stuðul frá Team Rynkeby. Hetta gevur felagnum møguleika, at arbeiða víðari …. Continue Reading
ADHD felagið var við, tá Jensjáku kom aftur
Ein rørdur og takksamur Jensjáku við blómum frá ADHD-felagnum í gjárskvøldið. Maiken og Louisa frá ADHD felagnum vóru við, tá familjan og vinfólk heiðraðu Jensjáku. Jensjáku Hansen er nú afturkomin aftaná at hava verið uppi á Aconcagua, heimsins hægsta fjall uttanfyri Asiu! Vit vóru sjálvandi við, tá nærmasta familjan og vinfólk tóku ímóti honum í …. Continue Reading
Børn við ADHD fáa meira skeld
Børn við ADHD eru blivin skeldað 20.000 ferðir oftari enn onnur børn, tá tey fylla 12 ár (Kelda: danska ADHD-foreningen www.adhd.dk). Tey børn, sum oftast blíva skeldað heima, fáa eisini mest skeld í dagstovni og skúla. Tí sær man eisini, at børn við ADHD hava lægri sjálvsvirði enn onnur børn. Minst 5% hava ADHD, sum …. Continue Reading
1000 takk fyri Liljan
Kvinnufelagsskapurin hjá Lions Club í Havn, sum eitur Liljan, hevur sum endamál, eins og allur Lions felagskapurin, at veita stuðul til arbeiðið, sum tey meta gevur meining, har tørvur er. – Hesaferð valdu vit at stuðla ADHD-felagnum, ið hevur ætlanir, at gera upplýsandi tilfar, so alsamt fleiri koma at kenna til og vera tilvitað um, hvussu farast skal …. Continue Reading
Hugleiðingar: í gulum gummistyvlum
Poula Patursson hugleiðir: Eina ferð skuldu vit í brúdleyp. Eitt dagbrúdleyp. Vit høvdu fyrireikað dóttrina væl, valt ein kjóla í felag. Lagt alt klárt. Hon gleddi seg, tí ein av bestu vinkonunum fór at vera har. Nú skuldi tað vera, hon skuldi fáa eina uppliving, tí hon so sjáldan kom við í føðingardagar. Men tá …. Continue Reading







