Íkast til kjakið um rúsevnismisnýtslu:
Altjóða gransking og føroyskar royndir vísa eitt týðiligt samband millum ADHD og rúsevnistrupulleikar. ADHDfelagið heitir á landsstýrið um at raðfesta rættstundis útgreining og hjálp, seta ferð á tilmælini í rúsevnisætlanini og styrkja samstarvið millum psykiatriina og viðgerðarstovnarnar.
»Eg havi brølandi ADHD.« Soleiðis sigur Leivur í dokumentarinum hjá KVF, Leivur vil liva.
Sendingin hevur sett neyðugt ljós á lívið við rúsevnismisnýtslu og á trupulleikarnar við at fáa hjálp, tá tørvurin er størstur.
Í Breddanum hjá KVF 29. oktober legði Jana Maria McKay, sum sjálv hevur royndir við rúsevnismisnýtslu, eisini dent á rættstundis útgreining sum fyribyrging.
Fleiri av okkara limum hava stríðst við misnýtslu og hava alment víst á, hvussu ADHD viðgerðin hevur hjálpt undirliggjandi orsøkina til misnýtsluna.
Vit eiga at lurta eftir teimum, sum kenna avleiðingarnar á egnum kroppi. Teirra royndir geva okkum eina týðandi áminning um at hjálpa fyrr.
Rættstundis útgreining er fyribyrging
Altjóða gransking vísir, at óviðgjørt ADHD er munandi vanligari millum fólk við rúsevnistrupulleikum enn í fólkinum sum heild.
Fleiri stórar kanningar vísa eisini, at røtt heilivágsviðgerð fyri ADHD er knýtt at færri rúsevnistongdum trupulleikum. Tað merkir, at tess fyrr fólk verða útgreind og viðgjørd, tess minni er vandin fyri misnýtslu.
ADHD er ikki frágreiðingin um alla misnýtslu, og vit kunnu ikki siga, hvussu lívið hjá einum einstøkum persóni hevði verið við aðrari hjálp. Men vit vita nóg mikið til at taka sambandið í álvara og raðfesta rættstundis útgreining og viðgerð.
Tí vilja vit í ADHDfelagnum fyrst og fremst arbeiða fyri fyribyrging.
Fólk skulu fáa hjálp at skilja og handfara sítt ADHD, áðrenn avbjóðingarnar vaksa seg størri. Útgreiningin má føra til viðgerð, vegleiðing og stuðul, sum hóskar til tørvin hjá tí einstaka.
ADHD-heilivágur eitt paradoks
Tað kann tykjast sum eitt paradoks, at ADHD-heilivágur, sum kann misnýtast, eisini kann vera við til at fyribyrgja sjálvmedisinering við rúsevnum. Men munurin liggur í rættari viðgerð við læknaligum eftirliti. Tá fólk fáa hjálp at handfara órógv, impulsivitet og aðrar avbjóðingar við ADHD, kann tørvurin at leita sær linna í rúsevnum minka.
Tí eigur óttin fyri misnýtslu av heilivági ikki at forða fyri, at fólk fáa neyðuga og væl skipaða viðgerð.
Bíðilistin ger heilivágsviðgerðina meira sundurskilda
Her er eisini eitt paradoks í skipanini. Myndugleikarnir vilja trygga útskriving og gott eftirlit við ADHD-heilivági. Eitt nú útskrivar Psykiatriski depilin reseptir út til ein mánað í senn og í størsta mun heilivág, ið ikki kann misnýtast.
Samstundis uppliva vit í ADHDfelagnum, at langa bíðitíðin trýstir fólk at leita sær privata útgreining og viðgerð uttanlands. Við hesum fylgja eisini reseptir frá útlendskum læknum.
Tá útgreining, reseptútskriving og uppfylging eru býtt millum fleiri veitarar og lond, kann tað gera samlaða yvirlitið og samskipanina torførari. Hetta er ein avleiðing av, at fólk ikki fáa neyðugu hjálpina rættstundis í Føroyum.
Vit vilja, at Psykiatriski depilin fær orku at bjóða øllum við staðfestum ADHD heilivágsuppfylging og reseptútskriving, eisini teimum, sum eru útgreinað privat ella uttanlands. Tað skal sjálvandi byggja á nøktandi skjalfesting og eina fakliga meting.
Ein slík skipan hevði givið betri møguleikar fyri regluligari uppfylging og at velja heilivág við atliti at bæði viðgerðarvirknaði og vanda fyri misnýtslu. Hon hevði eisini gjørt ábyrgdina greiðari og økið meira skipað og gjøgnumskygt. Skulu vit hava betri yvirlit og eftirlit, mugu vit gera tað lættari hjá fólki at fáa viðgerð og uppfylging í almenna heilsuverkinum.
Almennu tilmælini eru longu skrivað
Í heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum 2022–2028 eru fleiri tilmæli, sum viðvíkja ADHD.
Tey snúgva seg millum annað um at styrkja kunnleikan um ADHD hjá lærarum og námsfrøðingum, gera tilfar til dagstovnar, skúlar og barnavernd og betra samskipanina av hjálp og viðgerð. Ætlanin viðger eisini bíðitíðir til útgreining og møguleikan fyri tryggari heilivágsútflýggjan, eitt nú við einari heilivágskafé.
ADHDfelagið hevur í fleiri ár víst á tørvin og boðið seg fram til samstarv. Vit eftirlýsa eina greiða støðu og tíðarætlan: Hvørji tilmæli um ADHD eru framd, hvat stendur eftir, og nær verður tað gjørt?
Foreldur skulu fáa vegleiðing, tá tey bera fram sína fyrstu stúran. Starvsfólk skulu hava førleikar at síggja avbjóðingarnar og vita, hvagar tey skulu venda sær. Fólk við bæði ADHD og rúsevnistrupulleikum skulu fáa samskipaða hjálp, har ábyrgdin er greið. Tað er soleiðis, tilmælini kunnu gera mun í gerandisdegnum.
Føroyskar royndir vísa tørvin
Blákrossheimið upplýsti í 2022, at 26% av teimum, sum leitaðu sær viðgerð árið fyri, annaðhvørt høvdu eina ADHD-diagnosu ella fingu hana undir viðgerðini.
Hetta er meira enn fjórði hvør.
Blákrossheimið hevur eisini lýst samstarvið við Psykiatriska depilin um útgreining og viðgerð og víst á, at góð viðgerð fyri ADHD hjá summum kann vera ein fortreyt fyri góðari rúsevnisviðgerð. Hetta arbeiðið eigur at styrkjast. Samstarvið millum Psykiatriska depilin, Blákrossheimið og hinar viðgerðarstovnarnar má hava greiðar mannagongdir og neyðuga orku.
Tá illgruni er um ADHD, skal vera ein greið leið til fakliga meting og útgreining. Tá viðgerðin byrjar, skal ábyrgdin fyri henni og uppfylgingini vera greið. Fólk við bæði ADHD og rúsevnistrupulleikum hava tørv á samanhangandi hjálp. Tey skulu ikki sjálv bera ábyrgdina av at fáa ymiskar partar av viðgerðarskipanini at arbeiða saman.
Tíðin frá fyrstu stúran til hjálp má styttast
Skulu vit raðfesta fyribyrging, má og skal útgreiningartíðin styttast hjá bæði børnum og vaksnum.
Vit mugu hyggja at allari leiðini: frá tí at familjan fær illgruna um ADHD og biður um hjálp, til ávísingin er send, útgreiningin er framd og viðgerðin byrjar. Tíðin á bíðilistanum sigur ikki alla søguna. Familjur kunnu longu hava brúkt langa tíð upp á at fáa stúranina tikna í álvara.
Tí tørvar okkum skjótari atgongd til útgreining og stuðul, meðan bíðað verður. Hjálp í gerandisdegnum eigur ikki at bíða eftir einari diagnosu.
Í Danmark fingu børn og ung frá 1. januar 2026 ein samlaðan rætt til útgreining og viðgerð í psykiatriini. Í almennari kunning verður hann lýstur við 30 og 60 døgum: Útgreiningin skal byrja innan 30 dagar, og innan 60 dagar skal hon vera liðug og viðgerðin byrjað, um tað er fakliga møguligt. Freistin verður roknað frá ávísingini.
Í Føroyum bíða børn og ung í meðal 730 dagar eftir at sleppa til fyrstu samrøðu í B&U psykiatriini! Hetta eigur at vera íblástur til eina føroyska trygd fyri útgreining og viðgerð.
Vit mugu seta greið mál og tryggja starvsfólk og fígging til at røkka teimum.
Leivur, Jana Maria og fleiri undan teimum hava við sínum frásagnum givið almenna orðaskiftinum persónliga tyngd. Nú mugu vit taka ábyrgdina á okkum og tryggja, at fólk fáa hjálp fyrr.
Rættstundis útgreining skal føra til rættstundis hjálp. Tað er hesa fyribyrgingina, vit vilja hava raðfesta.
Bjørg Dam
Forkvinna í ADHDfelagnum
Framløgan”Orsøk og loysn til rúsevnismisnýtslu”, sum forkvinnan helt í 2023 https://adhd.fo/wp-content/uploads/2026/11/230824_framloga_misnytsla.pdf
Keldur:
Løgmansskrivstovan (2022): Heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum 2022–2028 — leinki umvegis Heilsustýrið — serliga síðurnar 62–64, 85–89 og 101–103.
KVF: Leivur vil liva — dokumentarurin, sum verður umrøddur í innganginum.
KVF: Breddin, 29. oktober 2026 — sendingin við Janu Mariu McKay.
Sjúkrahúsverkið: Bíðilistar og bíðitíðir — almennu føroysku uppgerðirnar.
Region Nordjylland : almenn kunning um 30 og 60 dagar frá 2026. Lógargrundarlagið er her.
Blákrossheimið, 18. oktober 2022: Hvat er sambandið ímillum rúsmisnýtslu og ADHD? — keldan til tey 26 prosentini í 2021 og lýsingina av samstarvinum við Psykiatriska depilin.
Zhang o.fl. (2025), BMJ: ADHD-heilivágsviðgerð og rúsevnismisnýtsla — stór svensk kanning um sambandið millum ADHD-heilivágsviðgerð og millum annað færri rúsevnistrupulleikar.
Van Emmerik-van Oortmerssen o.fl. (2012): ADHD millum fólk við rúsevnistrupulleikum — metagreining um sambandið millum ADHD og rúsevnistrupulleikar.
Quinn o.fl. (2017): ADHD Medication and Substance-Related Problems — stór kanning um ADHD-heilivág og rúsevnistengdar bráðviðgerðir.


