“Eg havi brølandi ADHD” – hjálpin má koma fyrr
Íkast til kjakið um rúsevnismisnýtslu: Altjóða gransking og føroyskar royndir vísa eitt týðiligt samband millum ADHD og rúsevnistrupulleikar. ADHDfelagið heitir á landsstýrið um at raðfesta rættstundis útgreining og hjálp, seta ferð á tilmælini í rúsevnisætlanini og styrkja samstarvið millum psykiatriina og viðgerðarstovnarnar. »Eg havi brølandi ADHD.« Soleiðis sigur Leivur í dokumentarinum hjá KVF, Leivur vil …. Continue Reading
Forkvinnan bjóðaði vælkomin til ársins ADHDtilvit kvøld
MEN TÚ KLÁRAR TEG JÚ SO VÆL? Við hesum orðunum bjóðaði okkara forkvinna Bjørg Dam vælkomin til ársins ADHDtilvit, sum í ár hevði sjóneykuna á „Kvinnur og ADHD/ADD – Tað, tú ikki sært“ Í síni týdningarmiklu røðu varpaði Bjørg ljós á tær mongu kvinnurnar, sum hvønn dag stríðast við avbjóðingar, ið onnur ikki síggja. Bjørg …. Continue Reading
Eitt fantastiska væleydnað ADHDtilvit kvøld
Vit eru sera, sera fegin og takksom eftir eitt fantastiska væleydnað ADHDtilvit tiltak í Perluni í gjárkvøldið har yvir 100 fólk vóru møtt. Við evninum „Kvinnur og ADHD/ADD – tað, tú ikki sært“ settu vit sjóneykuna á tær mongu avbjóðingarnar, sum gentur og kvinnur við ADHD/ADD kunnu standa við – og sum onnur ikki …. Continue Reading
Kvinnur og ADHD/ADD – tað tú ikki sært
“MEN TÚ KLÁRAR TEG JÚ SO VÆL?” Hon hevur útbúgving, arbeiði og familju. Hon tekur ábyrgd og fær gerandisdagin at hanga saman. Men hvussu hevur hon tað, meðan hon klárar seg? Í ár snýr ADHDtilvit seg um kvinnur og ADHD – tað, tú ikki sært, tá ADHDfelagið bjóðar til alment tiltak í Perluni í Tórsgøtu …. Continue Reading
ADHD tilvit 2026: Gerandisdagurin
Eg skal bara líka… Eg fari út í køkin eftir einum glasi av vatni. Síggi, at uppvaskimaskinan er liðug → fari at tøma hana. Finni ein kopp, sum skal inn í stovuna → fari inn við honum. Síggi telefonina → komi í tankar um, at eg skuldi svara einum telduposti. Opni telefonina → síggi eina …. Continue Reading






