ADHD tilvit 2026: Masking
Tá eingin sær, hvussu nógv tað krevur… Hon møtir til tíðina. Hon hevur skil á tingunum. Hon minnist tað, hon skal. Hon smílist og hyggur teg í eyguni. Ella… tað sær soleiðis út. Hjá kvinnum við ADHD fer nógv orka til at maskera – at royna at fjala, tillaga ella kompensera fyri tað, sum er …. Continue Reading
Limakafé: Eg vildi vera tann lærarin, eg sjálv ikki hevði
Seinnapartin vóru vit umleið 25 fólk til limakafé hjá ADHD-felagnum, har Rúna Nón Bjartalíð opið og erligt fortaldi um sítt lív við ADHD. Í skúlanum hevði hon trupult við at sita still, fekk ofta skyldina fyri ymiskt og kendi seg ikki sædda. Ein serliga rørandi løta var, tá hon fortaldi um dreymin at gerast lærari …. Continue Reading
ADHD tilvit 2026: Kvinnur og ADHD
ADHD hjá kvinnum sær ikki líka út. Tí verða gentur við ADHD ofta yvirsæddar. Tær órógva kanska ikki í flokkinum. Tær sita stillar. Royna at fylgja við. Royna at passa inn. Og brúka nógva orku upp á at fáa tað at síggja út, sum um tær hava tamarhald á øllum. Í miðal fáa gentur staðfest …. Continue Reading
Limakafé sunnudagin 4. oktober, kl. 15:00
Rúna Nón Bjartalíð fer at siga frá síni rokaligu og lívligu lívssøgu og serliga teimum avbjóðingum, sum fylgdu við, at liva við einum óviðgjørdum ADHD. Tí tað var ikki fyrr enn Rúna var 21 ára gomul, at hon fekk staðfest ADHD
Sjálvhjálparbólkur fyri foreldur
Nøkur pláss eru eftir til okkara sjálvhjálparbólk fyri foreldur. Ynskir tú, at luttaka kanst tú tilmelda teg á tilmelding@adhd.fo







