Bíðilistar, javnrættur og atkoma til læring eru nøkur av málunum ADHD Felagið fer at arbeiða við komandi árið.
Vit kunnu ikki annað siga, enn at nógv er hent á ADHD økinum seinastu árini. M.a. hava vit fingið ADHD/Autismuvegleiðingina, sum allir limir kunna venda sær til, umframt Heimaráðgevingingina til familjur við børnum við ADHD/ADD. Men enn er sera langt á mál, serliga er tað bíðilistarnir, ið bert vaksa fyri hvønn dag, við heilt øgiligum …. Continue Reading
Børn bíða í 18 mdr og vaksin í 15 mánaðar !!
Hetta lesa vit í svarunum, sum Jóhannis Joensen løtingsmaður hevur fingið, eftir at hava sett Kaj Leo Holm Johannesen, spurningar um bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum. Hann spyr m.a. um “Er bíðitíðin á psykiatriska deplinum longri enn ½ ár?” og “Hvør ítøkilig loysn er í umbúna fyri at minka um bíðilistarnar? ”Svarini til fyrsta spurning er: “ …. Continue Reading
Sjálvhjálparbólkar – byrja tá fulteknað er
So skjótt bólkarnir eru fulteknaðir, fara vit at byrja nýggjar sjálvhjálparbólkar. Hesaferð verða tað bólkar fyri børn 9-14 ár, fyri kvinnur og fyri monnum. Melda til og les meir her
#8 Hvør situr í nevndini?
Okkara nevnd Bjørg Dam, 46 ár, sjálvstøðug vinnurekandi, forkvinna í ADHD felagnum og býráðslimur í Tórshavnar kommunu @bjorg_dam Hví ert tú í nevndini?Eg eri mamma at drongi, sum fekk staðfest ADHD sum 9 ára gamal. Eg tori ikki at hugsa um, hvar vit høvdu verið í dag, um vit ikki fingu hjálp og viðgerð, tá …. Continue Reading
#7 Hvør situr í nevndini?
Okkara nevnd Bjørga Sivertsen, 35 ár, útbúgvin sosialráðgevi og arbeiði á almannaverkinum @lifeofsivertsens Hví ert tú farin í nevndina? Eg havi ein son og mann við ADHD og vildi fegin verða við í nevndini, tí eg haldi at tað er altavgerandi at arbeiða við at skapa rúm, møguleikar og fokus á tey, sum hava ADHD …. Continue Reading