Strongd starvsfólk á dagstovni, flokslærarar, ið rópa varskó og enn longri bíðikø á psykiatriska deplinum.
Vit hoyra aftur og aftur í kjaki, at ov sein útgreining av ADHD er ein av orsøkunum til strongd hjá starvsfólki á dagstovnum og skúlum. Síðan 2019 hava vit í ADHDfelagnum gjørt vart við, at sera nógv eru ódiagnostiserað við ADHD/ADD í Føroyum. Hagfrøðiliga eiga nógv fleiri fólk at hava diagnosuna. Tí kemur stóra trýstið …. Continue Reading
Bjørg Dam heldur fram, sum forkvinna í ADHD felagnum
Stórur áhugi er at koma í nevndina í ADHD felagnum. Á aðalfundinum 20.mars varð avgjørt at styrkja nevndina við at økja nevndina úr 6 upp í 7 limum, og tiltakslimatalið úr 3 upp í 5. Eisini limaskarin í felagnum er vaksin við fleir enn 200 limum seinastu 2 árini. “Langt er eftir á mál, og …. Continue Reading
Sjálvhjálparbólkar til ung við ADHD/ADD byrjar 7.apríl
Bólkaleiðari verður Maybritt við Strond, DAT viðgerði og logoped. Melda til við at senda teldupost við navn, aldur og telefonnummar til adhd@adhd.fo Bólkarnir eru í Havn mikudagar frá kl. 17-19.
Árligi aðalfundurin verður 20.mars 2021 í MEGD
Umframt skránna, ið verður sambært viðtøkum felagsins, fara vit at varpa ljós evnið ADHD og misnýtsla. Hevur tú ADHD/ADD ert tú í nógv størri vanda fyri at fáa einhvørja misnýtslu. Norðurlendsk hagtøl vísa, at 3.hvør rúsevnismisnýtari og 5.hvør alkoholikari hevur ADHD/ADD. Hettar ofta ein háttur at sjálvmedisinera eitt óviðgjørt ADHD. Vit vita, at tíðliga hjálp …. Continue Reading
Førleikamenning innan fólkaskúlan
Í Skúlablaðnum ger forkvinnan, Bjørg Dan vart við týdningin, at serundirvísing eigur at verða kravdur partur av læraraútbúgvingini, og valfak til teirra, ið ynskja at leggja seg eftir serundirvísing í eitt nú í serflokkum. Eftirútbúgving og leypandi førleikamenning er eisini sera týdningarmikið, nú vit eru í einum paradigmuskifti, hvat ADHD viðvíkir… http://www.skulabladid.fo/ta%C3%B0-munar-at-varpa-lj%C3%B3s-%C3%A1-adhd