Fyri aðruferð bjóðar ADHD felagið í samstarv við Kunstterapi.fo við Vivian Sjóðklett kunstterapibólk. Í eina rúma tíð hevur felagið bjóðað væleydanaðar sjálvhjálparbólkar, har tað er vitan um neuropsykiatriska órógvið, læring av amboðum, samveran og dialogur, sum eru kjarnin.
Nær? byrja 24.februar. kl. 17-19
Hvussu ofta? 9 fylgjandi hósdagar
Hvar? ADHD Felagnum, Íslandsvegur 10c
Prísur? Ókeypis, men tú mást verða limur í ADHD felagnum
Vit fegnast nú um, at kunna bjóða eitt tilboð, sum arbeiðir meira í tí stilla innanverts gjøgnum kreativitet. Tí tað kann geva teimum við lítlum ella ongum H’ið (ADD) ein lættari og meira nærliggjandi arbeiðshátt, og sum eisini kann gagna teimum við stórum H’ið. Hetta við at geva teimum eitt nýtt amboð og sjónarhorn inn til sín sjálvs.
Kunstterapi er at opna hurðar og hyggja inn í seg sjálvan við hjálp av einum skapandi úttrykki, tað verið seg við myndum, orðum, dreymum, figurum, skurðmyndum, ljóðum, djúphugsan ella rørslu. At lata hurðar upp og koma at kenna og temja nýggjar krókar í sinninum, er ein vegur til størri sjálvsfatan, kenslustýring og lívsgóðsku.
Samstarvið við Vivian Sjóðklett er gjørligt við stuðli frá Uttanríkis- & Mentamálaráðnum, og er ein verkætlan, ið ger tað gjørligt at bjóða ein kreativan terapihátt til børn við ADHD ella ADD ókeypis.
Vivian er m.a. útbúgvin listviðgeri og hevur í nógv ár bjóðað kunstterapi til einstaklingar og bólkar, eisini á psykiatriini.
Ígjøgnum arbeiði hevur Vivian sæð, hvussu gagnligt kunstterapi er, og tí hevur hon leingi ynkst at kunna bjóðað tilboðið ókeypis til børn og ung við ADHD/ADD. Tí tað ger, at øll kunnu luttaka, sjálvt um ráðini ikki eru til tess.
Allir limir millum 9 og 14 ár kunnu melda seg, eisini tey, ið hava luttikið í bólkum áður.
Bólkurin hittist einaferð um vikuna í 9 vikur, fyrstuferð 24.februar kl.17-19 í hølunum hjá ADHD felagnum í MEGD í Havn (yvirav Grønlendingahúsinum)
Minst til, tú mást verða limur: Melda teg sum lim her:
Melda til bólk her: