1000 takk fyri Liljan
Kvinnufelagsskapurin hjá Lions Club í Havn, sum eitur Liljan, hevur sum endamál, eins og allur Lions felagskapurin, at veita stuðul til arbeiðið, sum tey meta gevur meining, har tørvur er. – Hesaferð valdu vit at stuðla ADHD-felagnum, ið hevur ætlanir, at gera upplýsandi tilfar, so alsamt fleiri koma at kenna til og vera tilvitað um, hvussu farast skal …. Continue Reading
Nevndin 2022
Nevndin anno 2022 🙌🏻 Nevndin í ADHD felagnum hevur skipað seg av nýggjum. Nú eru 16 fólk í nevndini, 7 nevndarlimir og heili 9 tiltakslimir!! 👏🏻 Vit eru blivin 350 limir í felagnum, so tað er fantastiskt at hava so nógv í nevndini, ið vilja gera ein mun innan ADHD í Føroyum 💪🏻 Og vit …. Continue Reading
Hugleiðingar: í gulum gummistyvlum
Poula Patursson hugleiðir: Eina ferð skuldu vit í brúdleyp. Eitt dagbrúdleyp. Vit høvdu fyrireikað dóttrina væl, valt ein kjóla í felag. Lagt alt klárt. Hon gleddi seg, tí ein av bestu vinkonunum fór at vera har. Nú skuldi tað vera, hon skuldi fáa eina uppliving, tí hon so sjáldan kom við í føðingardagar. Men tá …. Continue Reading
Sunnudagin verður fyrsta limakaféin
Sunnudagin 1.mai kl. 15:00 bjóða vit okkara limum til okkara fyrstu limakafé Endamálið er fyrst og fremst at hitta onnur, men ein stutt framløga verður eisini, har Poula Patursson fer at fortelja um at vera mamma at eini gentu við ADHD og autismu. Tiltakið er fyri allar okkara limir. Limatiltakið verður í MEGD húsinum á …. Continue Reading
Bíðilistar, javnrættur og atkoma til læring eru nøkur av málunum ADHD Felagið fer at arbeiða við komandi árið.
Vit kunnu ikki annað siga, enn at nógv er hent á ADHD økinum seinastu árini. M.a. hava vit fingið ADHD/Autismuvegleiðingina, sum allir limir kunna venda sær til, umframt Heimaráðgevingingina til familjur við børnum við ADHD/ADD. Men enn er sera langt á mál, serliga er tað bíðilistarnir, ið bert vaksa fyri hvønn dag, við heilt øgiligum …. Continue Reading







