Strongd starvsfólk á dagstovni, flokslærarar, ið rópa varskó og enn longri bíðikø á psykiatriska deplinum.

0 commentsGreinar

Vit hoyra aftur og aftur í kjaki, at ov sein útgreining av ADHD er ein av orsøkunum til strongd hjá starvsfólki á dagstovnum og skúlum. Síðan 2019 hava vit í ADHDfelagnum gjørt vart við, at sera nógv eru ódiagnostiserað við ADHD/ADD í Føroyum. Hagfrøðiliga eiga nógv fleiri fólk at hava diagnosuna. Tí kemur stóra trýstið ….  Continue Reading

Árligi aðalfundurin verður 20.mars 2021 í MEGD

0 commentsGreinaraðalfundur adhdfelagið

adhdfelagið aðalfund

Umframt skránna, ið verður sambært viðtøkum felagsins, fara vit at varpa ljós evnið ADHD og misnýtsla. Hevur tú ADHD/ADD ert tú í nógv størri vanda fyri at fáa einhvørja misnýtslu. Norðurlendsk hagtøl vísa, at 3.hvør rúsevnismisnýtari og 5.hvør alkoholikari hevur ADHD/ADD. Hettar ofta ein háttur at sjálvmedisinera eitt óviðgjørt ADHD. Vit vita, at tíðliga hjálp ….  Continue Reading

Førleikamenning innan fólkaskúlan

0 commentsGreinar

Førleikamenning í fólkaskúlanum

Í Skúlablaðnum ger forkvinnan, Bjørg Dan vart við týdningin, at serundirvísing eigur at verða kravdur partur av læraraútbúgvingini, og valfak til teirra, ið ynskja at leggja seg eftir serundirvísing í eitt nú í serflokkum.   Eftirútbúgving og leypandi førleikamenning er eisini sera týdningarmikið, nú vit eru í einum paradigmuskifti, hvat ADHD viðvíkir… http://www.skulabladid.fo/ta%C3%B0-munar-at-varpa-lj%C3%B3s-%C3%A1-adhd